Trivnaður og trygd

Vit raðfesta trygd og trivna

Starvsfólkini eru týdningarmesta tilfeingið hjá elcon. Tí ynskja vit at gera alt, sum vit kunnu, fyri at starvsfólkini trívast.

Tað er prógvað, at trivnaður í arbeiðsumhvørvinum kveikir skapanarevnið, og fremur hetta eitt natúrligt ynski hjá tí einstaka um at menna seg bæði persónliga og fakliga.

Vit ynskja tí eitt trygt og heilsugott arbeiðsumhvørvi, har øll okkara starvsfólk fáa dygdargóða upplæring.

Trygdin inniber, at vit øll hugsa um hvønn annan og áminna um, hvussu vit arbeiða skilabest.

Trygdarútgerð, sum krevst til eitthvørt arbeiði, verður latin av arbeiðsgevara.

Tað er krav, at starvsfólkini lúka trygdarviðurskiftini.