Stuðulspolitikkur

Tað er umráðandi at lúka treytirnar tá søkt verður um stuðul

Vit fáa á hvørjum ári hópin av fyrispurningum um stuðul, og tað ber tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Vit hava tí avgjørt at avmarka okkum, soleiðis at vit einaferð um árið lata eina upphædd til eitt serligt endamál.

Ætlar tú at søkja stuðul, skalt tú senda okkum eina skrivliga umsókn til teldupost elcon@elcon.fo har greitt verður frá;

  • Hvat stuðul verður søktur til
  • Hvørja upphædd søkt verður um
  • Hvat upphæddin skal brúkast til
  • Hví mett verður, at elcon skal lata stuðul

Allar innkomnar umsóknir verða viðgjørdar á nevndarfundi fyrst í desember.

Hesum stuðla vit ikki:

  • Lutaseðlum og kalendarum
  • Fløgu- og bókaútgávum
  • Námsferðum
  • Rakstri
  • Kommunalum ella almennum tiltøkum/átøkum