Søga

Eitt sindur um søguna hjá elcon

Á heysti 1999 stovnaði Oddur H. Lamhauge fyritøkuna Kongshavnar El-virki, sum vanliga varð kallað KEV.

Virksemið vaks skjótt, og longu í januar 2000 kom ein maður afturat at arbeiða í fyritøkuni.

Fyrstu árini helt KEV til í einum bilhúsi í Runavík. Seinni varð flutt inn á Bakka á Glyvrum, men í mai 2006 keypti fyritøkan 2/3 av kjallarahæddini í bygninginum Heiðalon í Saltangará. Hetta gav fyritøkuni góðar vakstrarmøguleikar við góðum atkomuviðurskiftum.

Kongshavnar El–Virki hevur serliga veitt tænastur til virkir, skip, sethús og aðrar uppgávur – bæði til alment eins væl og privat. Tænasturnar fevna bæði um nýgerð, útbyggingar og dagføringar av innleggingum.

Í november 2013 valdi Oddur H. Lamhauge at selja Kongshavnar El-Virki til Eyðun Jensen og Karstin Joensen, sum báðir hava drúgvar royndir innan el-fakið.

Tann 1. januar 2015 skifti Kongshavnar El–Virki navn til elcon.

Í 2017 keypti Karstin alla fyritøkuna, og stutt eftir valdi hann at seta eina nevnd. Í nevndini sita Dion Splidt, Kathrina Klakk og Karstin Joensen.

Tey seinastu árini hevur fyritøkan verið í støðugum vøkstri, og sum partur av hesum vøkstri opnaði elcon eina deild í Fuglafirði í 2020.